Join the adventure!

II. Flokksroyndin

Skótin skal:

1) Skótatíð:

Hava verið skóti í minst fýra mánaðir, og í minsta lagi hava verið á legu í tvær nætur. Hava víst góðan atburð og lýdni í tí dagliga arbeiðinum í flokkinum og í liðnum, og hava lagt sær nær at fylgja skótalógini.

2) Tjóðskapur:

a) Duga: “Tú alfagra land mítt”.

b) Merkið:

1. Kenna flaggsøguna.

2. Mátini.

3. Vita hvussu og nar flaggið verður vundið á stong og tikið niður.

4. Duga at leggja flaggið saman.

5. Vita nær Grækarismessa, Flaggdagur, Ólavsøka og Mikkjalsmessa eru.

c) Kenna fløggini hjá hesum tjóðum og felagsskapum: Danmark, Noregi, Svøríki, Finnlandi, Íslandi, Grønlandi, Álandi, Sámalandi, ES og ST

3) Fyrstahjálp:

a) Tryggja óhapsstaðin. b) Duga at geva boð frá sær. c) Trygg liðlega. d) Kenna mannagongdina til at gava andahjálp. e) Duga at steðga bløðing og umfarast smásár við forbinding og turriklaði. f) Dugir at kenna og viðgera brunasár av 1.-, 2.- og 3. stigi.

4) Ættarskil:

a) Duga at brúka kort og kumpas (maliborðskort), og kenna tær 16 høvuðsættirnar. b) Duga at finna leiðina eftir sólini, Karlsvogninum og øðrum eyðkennum í náttúruni. c) Tekna eina vegskitsu yvir ávíst økið í bygdum umráði, so at ein ókendur persónur kann finna fram til staðið.

5) Vanlig skótavitan:

a) Í kimspæli hava minst 16 lutir rættar av 24. Hyggja í ein minutt, og skriva í fimm minuttir. b) Duga morsistavirnar fyri: til reiðar, fata, ikki fata, rætting og eg endi. c) Duga at senda eini boð við í minsta lagi 50 bókstavum, av teimum minst fimm tøl. d) Duga at taka ímóti meðan ein annar skrivar niður. e) Renna 2 km. Í 12 minuttir. (Í minstalagi 11 minuttir og í mesta lagi 12 minuttir). f) Við bindi fyri eyguni binda hesar knútar:bregd, stavnabregdrættan-, flagg-, timbur- og enskan línuknút. g) Duga at knýta: áttatalsknút, stytting, steyraknút, dupultan steyraknút og ketuknút, og vita nær teir verða knýttir og nær teir verða nýttir. h) Kenna hesi mát: reipslongd, snørislngd, fjórðing og favn

6) Útilív:

a) Kynda bál við svávulpinnum uttan at brúka pappír, hoyggj o.l. Síðan at kóka vatn yvir eldinum. b) Kenna og duga at brúka sprittkøk. Kóka havragreyt á sprittkøki. c) Duga at reisa tjald. d) Vísa fram ryggsekk, har alt er í, sum eigur at vera á eina viuskiftisferð. e) Sýna at ein dugur at brúka knív, øks og spaka. f) Duga varðeldarsangin: “Nú náttar myrkri sýgur um”. g) Duga at fara frá einu legu, rigga av.

7) Náttúrulív:

a) Vita hvussu ein ber seg at í bø og haga. b) Kenna og duga at brúka barometur. d) Kenna kuldaárin og hæddarmun.

Latest News (Scouts)

Scouts Section Logo



Scout Sections:


© Copyright 2024, Skótalið Einar Suðrings, All Rights Reserved.