Join the adventure!

I. flokksroyndin

Skótin skal:

1. Skótatíð

Hava verið so mikið leingi skóti, at hann hevur tikið II. flokksroyndina og víst ídnið í skótaarbeiðnum.

2. Nýggjurskótið

Hava tikið skótaroyndina við einum drongi/gentu.

3. Neyðhjálp

a) Kunna leggja hesar bindingar við vanligum bindi: høvd-, eyga-, fingur-, knæ-, og fótbinding.

b) Kunna fyribils viðgera: blóæðra-, lívæðra-, næsabløðing og skursl.

c) Duga fyribils at viðgera krampa. d) Duga at viðgera: brunasár, rusk í eyga og keiking.

e) Duga reglurnar fyri varni, tá hann nýtir el-tól, og hvussu hann ber seg at við ólukku vegna streym.

f) Vísa, hvussu hann hevði arbeitt við tvær fyrireikaðar ólukkur.

g) Kunnu gera eina børu og standa fyri at bera hana.

h) Duga at hjálpa einum fólki, sum hevur fingið magapínu, høvuðpínu ella hevur fepur í einum leiri ella á einum túri.

4. Svimjing

a) Svimja 200 m.

b) Duga at bjarga: 25 m. í klæðum (skjúrtu og buksum).

c) Duga 1. hjálp viðvíkjandi ís-ólukkum.

d) Reipkast fyri at bjarga:

I. Liggjandi raka eitt 3 m. breitt mál 10 m. burtur.

II. Renna 25 m. við reipinum í einum ryggsekki, og harnæst raka eitt mál 12 m. burtur minst 2 ferðir innan 60 sek. frá byrjan (1 metur breitt mál).

5. Orientering

a) Hava góðan kunnleika til signaturir og hæddarkurvar á korti Geodætisk Institut 1:40.000 ella 1:50.000 og duga at brúka kortið í haganum í samband við kumpas.

b) Tekna eina kortskitsu eftir einum korti og finna eitt hóskandi floksleirpláss og gera eina kortskitsu av vegnum til plássið so at ein fremmandur kann finna tað.

c) Máta strekkið upp til 1000 m. longd og 4 hæddir í náttúruni (skeivleikin minni enn 25%).

d) Á ókendum leiðum ganga 7 km. í myrkri eftir vegnum ella gøtum, loyvt er at brúka lummalykt.

6. Leirfimleikur

a) Seta upp, taka niður og pakka eitt tjald einsamallur, og vita hví diamantgrøv verður grivin.

b) Byggja eina biviuak ella eitt vindskól. Harnæst grava ella seta upp eina bukku (latrin).

c) Duga at greiða frá 5 høvuðsmáltíðum og 5 desertum, sum hann skal duga at gera, úr hesum velur førarin. Eitt av hvørjum, sum skótin skal gera á báli: Baka snobreyð og spjótsteikja kjøt. Kenna tær vanligu leir reglurnar viðvíkjandi matgerð.

d) Gera eyga- og stuttspíssing, vinkul- og krossvinkulsnøring og gera eitt vav (takling).

e) Hava ligið í leir 5 dagar á rað, 4 vikuskifti.

7. Signalering

a) Duga morsi- ella semaforstavirnar uttan hjálp frá teksti

b) Uttandura senda og móttaka eina melding antin við semafor ( 20 stavir í min.) ella við flaggi og ljósi ( 15 stavir í min.).

8. I. Flokksgonguferð

Kunna ganga 30 km eftir uppgivnari rutu uttan kort. Henda ruta verður uppgivin skriftligt við kumpassrætningini, longd, landamerkið osfr. Skal vera gjørd eftir korti. Túrurin skal minst vera 10 km í hagalendi.

Skótin skal liggja nátt á vegnum, 2 máltíðir gjørdar úti. Túrurin kann vera gjørdur saman við einum skóta, sum ikki er I. Flokksskóti. (ikki hava tikið punkt 8 í I. Flokksroyndini).

Persónligt viðføri: øks og grýtur verða havdar við, men ikki panna. Bert hesi matsløg mugu havast við: rátt kjøt ella fisk, eplir, mjøl, gerð, sukur, salt, te. havragrýn, smør og ost, men ikki breyð. Maturin skal gerast á báli ella sprittkøki, tó uttan pannuna til sprittkøkin.

Seinast 4 dagar eftir heimkomuna verður frágreiðing og kortskitsa, sum er gjørd eftir tí uppgivnu rutuni og notatum (myndum), sum eru gjørd á vegnum, innlatið.

Latest News (Scouts)

Scouts Section Logo



Scout Sections:


© Copyright 2024, Skótalið Einar Suðrings, All Rights Reserved.