Join the adventure!

Úlvaroyndin

Tá tú hevur verið úlvur eina tíð, kann tú taka úlvaroyndina.
1. Duga úlvalógina, úlvalyftið og úlvarópið (loysunarorðið).
2. Duga úlvaheilsanina og vita hvat hon tíðir.
3. Kenna úlvaleiðarnar fyri úlvaliðið, og vita hvar teir búgva.
4. Duga at rudda og at pakka soviposa saman.
5. Kenna fimm vanligar plantur sum vaksa í Føroyum.
6. Kenna og duga at fylgja altjóða skótateknunum,
7. Í kimsleiki minnast 10 av 16 tingum aftaná 1 minutt.
8. Duga at skyna á klokku, ( ¼, ¾ og annað)
9. Duga hesar knútar: Rættan-knút, flagg-knút og áttatals-knút.
10. Duga at smyrja ein matpakka, at hava við á einum gongutúri.

Latest News (Cubs)

Logo


Scout Sections:


© Copyright 2024, Skótalið Einar Suðrings, All Rights Reserved.